Tino & his Pizza er eitt nýmótans italienskt pitsaria, ið leggur dent á høga góðsku og góðar rávørur. Italienski upprunin er sjónligur í valinum av rávørum, borðreiðingini og ikki minst okkara stóra kærleika til góða og reiðiliga matgerð. Allar okkara pitsur verða gjørdar úr súrdeiggi, ið gevur botninum eina myrkari karamellisering, ein djypri smakk og broysknari skorpu. Súrdeiggið er eisini upphavið handan eyðkendu vakurleikablettirnar, ið á ektaðan hátt prýða okkara pitsur. Vit nýta altíð frískar rávørur, og leita áhaldandi eftir íblástri til nýggjar samansetingar av smakki. Vit fáa javnan íblástur frá t.d. árstíðini og nærumhvørvinum, og eru ikki bangin fyri at royna nakað nýtt, so leingi tað er vælsmakkandi! Smakkurin er altíð í hásæti hjá okkum.

So komið framvið, setið tykkum til borðs, njótið matin og farið hiðani við fullum magum og hjørtum.

Verið vælkomin! Tino & his Pizza

Upplatingartíðir

Mánadag-hósdag:
17.00-22.00
Fríggjadag-leygardag:
17.00-23.00
Sunnudag:
17.00-22.00